Sunnudagin var seinasti dagurin av finsku listavikuni Helsinki Design Week, sum varð hildin í Helsinki. Á fleiri støðum í býnum vóru installatiónir og design av ymsiskum slagi uppsett sum partur av tiltakinum.
Ein av luttakarunum var finski sniðgevin, Saija Halko, sum hevur lisið keramikk og glas á Aalto University. Hon evnir listaverk úr natúrligum tilfari, so sum gróti av eldgosi, sum hon síðani ger skálir og vásar úr. Eitt, sum er áhugavert við hesi listakvinnuni er, at hon sigur, at hon fer til Føroya at heinta tilfarið, sum nýtir til lutirnar, sum hon sniðgevur.
- Tað er tørført at arbeiða við keramikki, og tí eri eg árvakin, tá eg geri tað. Í arbeiðinum sum eg geri, brúki eg eisini basalt, sum eg sjálv savni saman í Føroyum, sigur hon við heimasíðuna dezeen.com
Til ber at lesa meir á heimasíðu hennara her