Evni, tær tríggjar hava valt, er náttúran og er hetta ikki løgið, tá havt verður í huga, at tær tríggjar eru úr landinum við teimum túsund sjógvunum, har ikki er langt frá starvsstovu til ríkidømi náttúrunar.
Pia Mesterton Graae, er listamálari og sigur sjálv, at litirnir eru í hennara valdi at mála, er sum at ganda sigur hon. Hon hevur útbúgving úr Finlandi. Og verk hennara hava millum annað verið útstillað á myndasøvnum í Danmark og Finnlandi.
Britt Mari Friberg, er ljósmyndari og við sínum svart/hvítu myndum lýsir hon náttúruna. Britt Mari er limur í elsta myndafelagnum í Finnlandi ?AFK? og hevur vunnið prísir, bæði kappinum í AFK og aðrastaðni. Hon hevur tikið útbúgving inna ljósmyndir í Finlandi og hevur, umframt í Finnlandi, havt framsýningar í Kili, Italia, Føroyum og á finsku ambassaduni í Keypmannahavn.
Við á framsýningini er eisini Tiina Laasonen, sum vísir fram skurðmyndir sínar. Tiina tilevnar verk síni úr træi og hesum er ikki trot á í Finnlandi. Hon hevur nomið útbúgving í Finlandi, og hevur havt framsýningar í m.a Kanada og Bulgaria.
Thorolf Bjørklund, finskur generalkonsul, letur upp frramsýningina.









