Finnur skrivar undir við Jönköping

22 ára gamli gøtumaðurin, Finnur Justinussen, fer næstu trý árini at spæla við svenska fótbóltsfelagnum, Jönköping Södra, sum í løtuni er í næstbestu svensku deildini.

 

– Vit hava fingið eitt tilboð um sáttmála, og tað er heilt nær við, at alt er komið upp á pláss, so vit kunnu skriva undir, sigur Finnur, ið gleðir seg at royna fótbóltseydnuna uttanlands:

 

– Jönköping er ein góður býur og hetta er eitt gott felag, so eg gleði meg at fara avstað. Hetta sær sera spennandi út, sigur nú skjótt fyrrverandi framherjin hjá Víkingi.

 

Fjórða royndin í Svøríki

Finnur Justinussen gjørdi góða reklamu fyri seg sjálvan, tá hann um vikuskiftið skjeyt fýra og legði upp til onnur trý, tá Jönköping Södra vann 12-0 í venjingardysti.

 

Felagið hevur víst honum áhuga, tí frammanundan hava tey ein góður framherji har, sum fleiri útlendsk feløg hava víst áhuga, so tí vilja tey nú binda um heilan fingur.

 

Jönköping er fjórða staðið í Svøríki, sum Finnur vitjar í sambandi við royndarvenjing. Frammanundan hevur hann eisini roynt seg í Örebro, Gefle og í Trelleborg.

 

Áhugin fyri unga gøtumanninum er nokk ikki blivin minni av, at hann fyri aðru ferð í trý ár er toppskjútti í føroysku fótbóltskappingini við 23 málum.