– Eg havi púra greitt boða frá, at hetta málið snýr seg bara um 266 b. At eg so í útvarpinum bleiv spurdur um mínar holdningar annars um samkynd er ein heilt onnur søga. Hetta snýr seg bara um 266b, staðfestir Finnur Helmsdal.
Hann skilir heldur ikki teir, sum ikki kunnu atkvøða fyri uppskotinum við tí grundgeving, at hetta er bara fyrsta stigi í glíðibreytini.
– Hatta sigur bara so mikið sum, at teir eru bangnir fyri sínari egnu atkvøðu, tí hitt kunnu teir avgera sjálvir seinni, um tað skuldi komið so langt, staðfestir Finnur Helmsdal í stuttari viðmerking áðrenn blaðið fór til prentingar.
-rwd










