Finnur Justinussen og Næstved liggja nú á triðja plássi í næstbestu deildini í Danmark. Næstved vann í dag 1-0 á útivølli móti HB Køge. Málskjútti var – sjálvandi – Finnur Justinussen.
Avgerandi málið kom, tá seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal. Næstved mátti tó stríðast fyri sigrinum, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Næstved ein spælara útvístan. Við einum í undirtali vann Næstved tó 1-0. Fýra stig eru upp til nummar eitt, sum er Viborg. Silkeborg og Næstved liggja í løtuni á øðrum og triðja plássi, sum gevur atgongd til at spæla um uppflyting.
Gøtumaðurin er nú toppskjútti í næstbestu deildini í Danmark. Hann hevur nú skotið heili 11 mál í landskappingini. Hetta er 15. umfar. Heini Vatnsdal og Fremad Amager vunnu 2-1 á útivølli móti Fredericia. Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin í miðverjuni.
(Livescore.com)
1
15
12
29
2
15
5
26
3
15
3
25
4
15
10
23
5
15
6
23
6
15
-3
21
7
15
-2
20
8
15
-5
18
9
15
-7
17
10
15
-4
16
11
15
-3
15
12
15
-12
11