Finnur Jensen og Høgni Reistrup spæla eftir borðhaldið til pisuveitsluna í Áarstovu í Føroyingafelagnum í Århus, sum verður í kvøld.
- Same procedure as last year. Same procedure as every year, siga tey úr Árhus.
Hjá teimum kemur tað ikki upp á tal at halda eina Pisuveitslu í Áarstovu uttan livandi tónleik. Og so verður eisini leygarkvøldið, tá veitslan verður hildin í nýggju hølunum í Toldbodgade 8.
Ikki óvæntað standa teir báðir, Finnur Jensen og Høgni Reistrup, fyri tónleikinum.
Tað er sjeyndu ferð á rað, at Finnur Jensen undirheldur eftir borðhaldið til traditiónsríku Pisuveitsluna, sum fyrst og fremst skal bjóða teimum nýggju útisetunum vælkomnar til smílandi býin. Høgni Reistrup, sum búði trý ár í Århus, er eisini nærum blivin fast inventar til Pisuveitsluna í Århus.
Hóast báðir trubadurarnir hava spælt óteljandi ferðir ? bæði einsamallir og saman ? í Áarstovu seinastu árini, verður hetta fyrstu ferð, at teir royna seg í nýggju snotuligu hølunum nærhendis Train.
Og teir gleða seg nógv. So nógv, at teir hava lagt eina langa skrá fyri kvøldið. Talan verður bæði um egnar sangir, bæði Páll Finnur Páll-løg og løg, sum eru at finna á báðum solofløgunum hjá Høgna Reistrup. Eisini verða gamlir slagarar á skránni ? alt frá góðum gomlum Grøn Sangbók-hittum til útlendskar evergreens.