Finnur Helmsdal:Arbeiðshátturin verður størsta forðingin

Finnur Helmsdal sigur, at samgonguflokkarnir einki hava fingið at vita um arbeiðið við nýggju pensjónsskipanini. Tjóðveldisflokkurin mælir til at gera eina samhaldsfastafólkapensjón, sigur Finnur Helmsdal

 

Eftirlønir

 

 

 

Finnur Helmsdal, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, heldur einki um arbeiðsleistin hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum. Heldur ikki undanfarni landsstýrismaður fær eitt gott skoðsmál frá løgtingsmanninum.

 

-Vit hava einki fingið at vita um nýggju pensjónsskipanina. Arbeiðshátturin verður størsta forðingin hjá landsstýrismanninum at fáa hetta uppskotið ígjøgnum, sigur Finnur Helmsdal.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at Tjóðveldisflokkurin undir ongum umstøðum kann taka undir við fólkatryggingar prinsippið hjá Fólkaflokkinum. Hann heldur, at ákærurnar um, at Tjóðveldis verður drignir við hárinum av Fólkaflokkinum í tílíkum málum vera heilt burturvið.

 

Finnur Helmsdal vísir á, at tað er framvegis ein stórur partur av arbeiðsfólkinum, sum onga eftirlønarskipan hevur.

 

-Vit taka undir við, at arbeiðarafeløgini fáa møguleikan at skipa eina eftirlønarskipan eftir egnum ynski. Tað grundleggjandi hjá okkum er tó, at samhaldsfasta prinsippið framvegis skal galda, sigur Finnur Helmsdal.

 

Tjóðveldisflokkurin mælir til at gera eina samhaldsfastafólkapensjón, har arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar skulu fíggja skipanina við inngjøldum. Tey lítlu skulu fáa meira burturúr samhaldsfastanum enn tey størru.

 

-Øllum føroyingum skal vera tryggjað eina hægri gjøgnum skipanina við samhaldsfastupensjónini, sigur Finnur Helmsdal.