Føroysku sildaskipini hava fingið nakað av sild teir seinastu dagarnar. Finnur Fríði, sum teir seinastu dagarnar hevur partrolað saman við Jupiter á 71-72 stigum N og 11-13 stigum E, hevur sett kós móti Norra, har teir skulu landað til Norway Pelagic.
Teir hava góð 900 tons av sild, sum fer til matna, sildin vigar u.l. 305 g. hvør sild. Prísurin teir fáa frá Norway Pelagic er u.l 3,55 NOK/kg, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.