Finnur Fríði og Saksaberg til Noregs við sild

Finnur Fríði er á veg til Målöy við umleið 800 tonsum av sild til matna. Teir hava roynt í altjóða sjógvi a leiðini 4 stigum vestur og 66 stigum norður. Sildin, sum teir hava fingið, er stór og góð, umleið 400 gram í meðal. Sagt verður, at tað er lítið av so stórari sild á marknaðinum, og er prísurin eisini ein annar enn prísurin á smærri sild. Í løtuni liggur hann millum tríggjar og fýra föroyskar krónur fyri kilo, skrivar´reiðaríið hjá Finni Fríða á heimasíðuni.

Saksaberg er eisini á veg inn til Noregs við 350 tonsum av sild til matna. Teir hava roynt við nót í norskum sjógvi á u.l. 73 stigum norður.

Teir hava 190 tons, sum vigar 255 gram í miðal, og 160 tons sum vigar 300 gram í miðal. Prísurin fyri smærri sild er ikki góður og liggur um tvær föroyskar krónur fyri kilo, sigur reiðaríið.