Í dag er Finnur Fríði á Kollafirði við 160 tonsum av sild og makreli. Finnur Fríði mynstraði í Fuglafirði leygardagin 3. juli, og síðani hava teir leitað eftir makreli norðanfyri Føroyar.
Teir hava leitað mest vestanfyri, góðar 100 fjórðingar norður/vestur úr Kallinum ímóti íslendska markinum, og Jupiter hevur leitað eystanfyri, umleið 70 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Finnur Fríði gjørdi tvey tov upp á fimm tímar hvørt, heilt uppi í sjónum. Umleið 80 tons vóru í hvørja ferðina, umleið helvt um helvt av makreli og sild.
Bogi Jacobsen, sum er skipari á Finni Fríða, sigur við heimasíðuna hjá reiðarínum, at teir sóu fitt av sild, og at dygdin og støddin vóru góð.
Finnur Fríði legði at í Kollafirði í døgurðatímanum í dag.
Tróndur í Gøtu, sum seinastu tíðina hevur ligið í Runavík og bíðað eftir loyvi at fara á makrelveiðu, loysti ígjár.