Finnur fegnast um eina góða steypafinalu-upptakt

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Finnur Justinussen (Víkingur) og Trygva Mortensen (NSÍ) her

Finnur Justinussen, framherji hjá Víkingi fegnaðist stórliga um tann stóra fongin, tá Víkingur á heimavølli vann heili 6-1 á NSÍ, har Finnur sjálvur skeyt tvey av málunum. Finnur heldur, at talan var um eina góða upptakt til steypafinaluna ímóti HB, sum verður á skránni komandi leygarkvøld.

 

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen hevði ongar umberingar fyri vánaliga avrikið hjá NSÍ, men dugdi eisini at rósa Víkingi fyri ein góðan dyst.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Finn Justinussen og Trygva Mortensen.