Finnur er stjørnuskotið

Finnur Justinussen úr Víkingi gjørdist ikki bara toppskjútti í 2009. Fyri løtu síðani er hann eisini valdur at vera ársins stjørnuskot 2009.

- Eg haldi, at tað hongur saman, at eg eri toppskjútti, og at eg nú eri útnevndur til ársins stjørnuskot. Hesum hevði eg ikki roknað við, sigur Finnur Justinussen.

Pápi hansara, Símun Petur Justinussen úr GÍ, var í síni tíð tríggjar ferðir toppskjútti í føroyskum fótbólti.

Víkinga venjarin, Jógvan Martin Olsen, er væl nøgdur við valið av ársins stjørnuskoti:

- Finnur arbeiðir bæði til venjingar og undir dystum ógvuliga hart og væl, og hóast hann er toppskjútti og ársins stjørnuskot, so hevur hann á ongan hátt hugsað um á nakran hátt at hevja seg fram um nakran annan. Eg eri sera fegin um, at hesin heiðurin er fallin Finni í lut, segði Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.