– Vit mugu minnast til, at hetta bert er onnur viðgerð av uppskotinum, svaraði Finnur Helmsdal, tá eg spurdi hann, hvussu hann sá upp á úrslitið av atkvøðugreiðsluni.
Hann hevur á ongan hátt hug at leypa framav, hóast nógv bendir á, at uppskotið hjá honum og Annitu á Fríðriksmørk fer at verða samtykt.
– Eg fari ikki at kanna mær bitan áðrenn hann er svølgdur. Men eg havi hug at siga, at rættarnevndin hevur verið fari, og báðir partar hava gjørt eitt gott arbeiði, segði Finnur Helmsdal við Sosialin í tinginum í dag.
Finnur Helmsdal hevur serliga hug at nevna Poul Michelsen, sum eisini var ein partur av rættarnevnd Løgtingsins.
– Poul Michelsen haldi eg hevur gjørt eitt sera gott arbeiði í hesum málinum.
Spurdur um, hvussu hann metir útlitini vera, fyri at uppskotið verður samtykt til triðju viðgerð, svarar Finnur Helmsdal, at hann er bjartskygdur. Men hann er tó skjótur at leggja aftrat, at hann als ikki tekur nakað fyri givið.
– Vit hava áður sæð, at uppskot, sum eru samtykt til aðru viðgerð, verða feld til triðju viðgerð, vísir Finnur Helmsdal á.