Finnlendingar ósamdir um evruna

Tað er eftir øllum at døma ikki semja í finsku stjórnini um evruna, hennara framtíð og týdning. Uttanríkisráðharrin, Erkki Tuomioja, sigur við bretska blaðið Daily Telegraph, at finnlendingar eiga at fyrireika seg til, at evran hvørvur sum gjaldoyra. Hann leggur afturat, at leiðararnir í øllum ES-londunum eiga at fyrireika seg til, at evruøkið dettur sundur.

Men Alexander Stubb, sum er ráðharri í ES-viðurskiftum, sigur, at í hesum høpi tosar uttanríkisráðharrin ikki vegna finsku stjórnina.

-Finnland stendur 100 prosent aftan fyri evruna, sigur Stubb við danska blaðið Politiken.

Erkki Tuomioja sigur við Daily Telegraph, at tað nýtist ikki at fáa nakra neiliga ávirkan á ES, um evran fer fyri bakka. Tvørturímóti kann tað styrkja samveldið, sigur hann.