Nývaldi forsætisráðharrin í Finnlandi, Jyrki Katainen, segði í gjár, at Finnland er til reiðar at hjálpa Grikkalandi, so landið ikki skal fara av knóranum. Í einari røðu í ríkisdegnum segði forsætisráðharrin, at grikkar eiga at fáa hjálp úr øllum ES og harvið eisini úr Finnlandi.
-Um hetta skuldi kravt samrøður við bankar, so gera vit tað, segði Jyrki Katainen.
Finnland var við, tá Altjóða Gjaldoyragrunnurin lænti Portugal 78 milliardir evrur, men viðgerðin í ríkisdegnum var sera drúgv. Tá boðaðu flokkarnir høgrumegin miðjuna frá, at eftir teirra tykki eigur Finnland ikki at hjálpa teimum evrulondunum, sum fáa trupulleikar.