Finski forsætisráðharrin, Sanna Mirella Marin, sigur, at Finnland um fáar vikur fer t taka støðu til spurningin um Nato-limaskap, og støða fer eisini at verða tikin til, um tað verður ein fólkaatkvøða um spurningin.
Tað skriva finskir tíðindamiðlar í dag.
- Finnland noyðist at eftirmeta trygdarloysnir og eina hernaðarsamgongu, segði forsætisáðharrin á einum fundi í sosialdemokratiska flokkinum í gjár, leygardagin.
Hon segði, at Finnland noyðist seriøst at meta um sína landafrøðiligu støðu og hernaðarsamstarv. Hetta má gerast varliga, men skjótt - helst nú í vár, segði hon sambært ríkistíðindastovuni, Yle.
Sanna Mirella Marin segði, at tað fer at fáa avleiðingar, bæði at vera møguligur limur í Nato og at standa uttan fyri.
Hon ásannaði, at heimurin er broyttur, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar, og hetta hevur eisini fingið avleiðingar fyri trygdina hjá Finnlandi.
- Russland er ikki tann granni, sum vit hildu. Viðurskiftini millum Finnland og Russland eru broytt, segði finski forsætisráðharrin.
Kanningar í Finnland vísa, at fleiri og fleiri nú eru fyri Nato-limaskapi. Í nýggjastu kanningunum eru umleið 60 prosent eru fyri - og umleið 15 ímóti.