TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við einasta føroyska kvinnuliga golfíðkaran, Finngerð Sólbjørg Clark, sum endaði nummar 22 av 31 luttakarum á oyggjaleikunum í Gotlandi.
Finngerð Sólbjørg Clark er hampuliga væl nøgd. Hon hevur stríðst við sjúku eisini, og tað hevur eisini ávirkað avrikið. Hon er framúr væl nøgd við umstøðurnar at spæla golf í Gotlandi.
Nú fer Finngerð Sólbjørg Clark aftur til Suðurafrika, har hon er liðskipari hjá einum golfliði.
Hjá monnunum gjørdist Ragnar Isaksen nummar 45. Líggjas Jógvansson gjørdist nummar 59, Rógvi Mikkelsen gjørdist nummar 63, og Janus Norðberg gjørdist nummar 68.









