Gevst í politikki
Hetta sigur ?the grand old man? í føroyskum politikki, tjóðveldistingmaðurin og tingformaðurin Finnbogi Ísakson, nú hann á uppstillingarfundinum hjá flokkinum í Havn takkaði fyri seg eftir 32 ára trúgva tænastu.
-Tað er rættast av mær at siga, at nú fari eg, eisini meðan leikurin er góður. Eg endaði mína karrieru sum løgtingsformaður, og tað eri eg nøgdur við. Tað hevur vigað tungt báðar vegir og kundi ganga báðar vegir, men í síðstu løtu kom eg til, at løtan at gevast var komin sigur Finnbogi og vísir á, at tá man hevur verið á tingi í meira enn 30 ár og ongantíð hevur verið úr politikki frá tí man var 23 ár til man nú nærkast teimum 60, so er tíðin komin til at gevast. Hann kann nú hugsa sær at royna lívið uttan politikk.
Tað eru so eisini ymsar aðrar orsøkin til, at aldurforseti Tjóðveldisfloksins á tingi hevur gjørt av at gevast í poltikki eftir næsta val. Ein orsøk er tann, at tað fer ein útskifting fram sum rímuligt er. Yngri fólk kemur framat.
-Tað eitt gamalt orð, sum sigur, at nýggj fólk hava nýggjar siðir við sær, og teirra arbeiðsháttur og uppfatanir sampakka ikki altíð so væl við eins egnu sigur tingmaðurin men leggur dent á, at hetta merkir ikki, at tað altíð er ósemja og stríð.
Ræður um at hava dyr opnar
Tað er einki dulsmál, at Finnbogi Ísakson hevur altíð havt sínar egnu hugsanir í politikki og hevur torað at sagt tær á rætta stað. Eingin hevur nakrantíð ivast í, hvar hann hevur staðið sum tjóðveldismaður. Hann hevur hoyrt til tann ?gamla gardan? í Tjóðveldisflokkinum, sum vit hava sæð frá politisku viðgerðunum á tingi og í landsstýri ikki altíð hevur verið á einum máli við nýggja og yngra ættarliðið í flokkinum. Vit spurdu tí tingmannin, um broytingarnar í flokkinum við eitt nú eini nýggjari leiðslu hava havt ávirkan á avgerð hansara at gevast nú.
-Eg kann bert endurtaka, at tá tað koma nýggj fólk, sum hava annað arbeiðslag enn ein, sum er eldri og sum hevur nógvar royndir, so henda broytingar. Jú fleiri royndir man fær betur dugur man at síggja, at tess fleiri dyr skal man hava opnar.
-Metir tú harvið, at nýggja ættarliðið í flokkinum ikki letur nóg nógvar dyr standa opnar?
-Nei ikki júst. Men tey hava tað, sum ung fólk hava fyri, og tað er at koyra síni sjónarmið fram sum tey einastu røttu. Í veruleikanum sær man ikki, um tey hava fleiri dyr opnar, fyrr enn eitt val aftrat er farið afturum. Tá standa tey í eini nýggjari støðu og skulu finna út av, um tey skulu hava eina ella fleiri dyr at fara ígjøgnum.
Markera men ikki styggja
Finnbogi Ísakson, sum við dúgvu royndum sínum má metast at hoyra til tann meira semjusøkjandi partin av flokkinum, hevur tey ráð til floksfelagarnar og leiðsluna í flokkinum um ikki at læsa seg ov føst.
-Sjálvandi skal flokkurin profilera seg til valið, og serliga sum tann mest víðgongdi sjálvstýris- og frælsisflokkurin, men ein skal ansa eftir ikki at vera so markantur, at man harvið útilokar seg sjálvan frá samgongu eftir valið. Man skal ikki markera seg soleiðis, at man styggir øll frá sær sigur hann og heldur fram:
-Er man ungur og ágrýtin og altíð skal hava rætt, og eitt valstríð fer í gongd, so kann man koma í ta støðu, at man læsir seg fastan, uttan at man sjálvur vil tað. Tað er tað, sum eg vil ávara ímóti.
Hann dylur ikki fyri, at við sínum drúgvu royndum í politikki hevur hann lært alla tíðina at meta um týdningin at kunna samstarva við aðrar og vísir m.a. til tað góða samstarv Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu, tá Atli Dam var í politikki. Tað tók sjálvandi nøkur ár at fáa tær neyðugu royndirnar at finna eitt gott stev og vónar hann, at hetta skeiðið hevur verið við at brýnt ungu politikararnar í flokkinum.