Eisini var stjórin fyri Enjo International, Johannes Engl, saman við Enjo umboðum úr Íslandi. Á samkomuni greiddi Johannes Engl frá um virksemi hjá Enjo, og íslendsku umboðini greiddu frá sínum royndum. Finnbogi Joensen í Vestmanna greiddi eisini frá sínum væl kendu umhvørvisroyndum í Vestmanna Skúla.
Vegna Enjo International gav Johannes Engl eina viðurkenning til Finnboga Joensen fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan umhvørvið og borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen, fekk eina viðurkenning fyri, at kommunan nýtur umhvørvisvinarlig vaskiamboð á øllum sínum deildum. 22 lond eru við í Enjo International.