Politikkur
Finnbogi Arge hevur boðað sínum floksfeløgum frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið. Hann ætlar sær fullkomiliga at gevast við at vera politikari, og hann verður sostatt ikki uppstillaður til hetta ella onnur komandi løgtingsval.
?Eg haldi, at tað má vera annað í lívinum enn politikkur. Eg havi verið við í politikki í tólv ár nú, og hetta má vera nóg mikið. Lívið er jú so stutt, sigur Finnbogi Arge flennandi.
Yrkisleiðin hjá Finnboga Arge í politikki byrjaði í 1990, tá hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Hann varð valdur innaftur á ting við valið í 1994. Í 1996 kom vátt í reiðrið millum hann og Sambandsflokkin, og hann gjørdist uttanflokka tingmaður í tvey ár. Við seinasta løgtingsval í 1998 stillaði hann aftur upp, men hesaferð var tað fyri Fólkaflokkin. Hann fekk 185 atkvøður, og gjørdist hann nummar trý á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hetta rakk ikki til ein sess í tinginum, men boð vóru eftir Finnboga at koma út Landsstýrið at vera í landsstýrismann í m.a. vinnumálum. Hetta starv røkti hann til 27. august 2000, tá hann gavst í starvinum, og Bjarni Djurholm loysti hann av. Afturfyri loysti Finnbogi Bjarna av sum tingmann, og Finnbogi gjørdist eisini formaður í fíggjarnevndini. Hann hevur verið kendur fyri síni vinnuligu sjónarmið, og tað er eisini hetta sama evnið, ið fer at upptaka hann í framtíðini.
?Eg havi eitt virki at passa, og tað var eisini tí, at eg fór úr landsstýrinum. Eg fari aftur í vinnuna fulltíð, har eg havi verið áður, og hetta trúgvi eg fer at vera spennandi at koma aftur til, sigur Finnbogi Arge.
Avgerðin um at gevast er tikin fyri langari tíð síðani.
?Eg tók avgerðina longu, tá ið eg fór frá sum landsstýrismaður. Eg havi síðani fingið áheitanir um at stilla upp, men eg havi greitt boðað frá, at eg fari úr politikki, sigur Finnbogi.
Hann heldur, at gongdin hjá Fólkaflokkinum í sjálvsstýristilgongdini er á snórabeinari leið, sum hann tekur til. Víðari sigur hann, at tað hevði verið ynskiligt, um tað verður tikið eitt sindur meira róligt tað næstu tíðina, áðrenn tú hevur prógvað, at tað ber til at minka blokkin, men hann tekur kortini undir við, at blokkurin varð minkaður.
?Eg eri framvegis áhugaður í politikki, og eg eri eisini sera glaður fyri tíðina, men eg ætli mær at gevast sum politikari. Eg fari nokk at stuðla flokkinum víðari sum stillari ella okkurt annað, sigur Finnbogi Arge.
Næsta takið hjá Finnboga verður at renna Maraton í Berlin. Finnbogi og beiggi hansara venja nú av øllum alvi til kappingina. Maraton renningin í Berlin, ið er ein av stóru Maraton renningunum í heiminum, verður 29 september, og Finnbogi sigur, at hann er við at koma í form. Hann hevur longu runnið tað, ið svara til eitt hálvt marathon, men hann ætlar sær eisini at uppliva tað ?ultimativa?, at renna teir 42,195 km, ið er teinurin ein maratonrennari noyðist at berjast við. Finnbogi sigur seg hava góðar vónir at klára allan teinin í Berlin, nú tann politiski teinurin er runnin.










