Í hesum døgum verður tað telvað av lívsins kreftum í Tromsø. Tað er ikki bara við talvborðini, at spenningurin er stórur. Eisini í talvpolitikkinum hevur nógv verið arbeitt í fleiri mánaðir og ikki minni undir sjálvari OL kappingini í Tromsø.
Í dag verður tað greitt, hvat úrslitið verður í talvpolitikkinum. Tað snýr seg bæði um, hvør skal stýra altjóða talvsamgonguni FIDE, og hvør skal stýra europeisku talvsamgonguni ECU.
Tveir kandidatar eru til forsetavalið í FIDE. Annar er Kirsan Iljumzjinov, sum hevur sitið við valdinum í 19 ár, og hin er navnframi fyrrverandi heimsmeistarin Garry Kasparov, sum bjóðar av. Hóast Kasparov er úr Russlandi, so arbeiða russiski forsetin Vladimir Putin og russisku myndugleikarnir av øllum alvi fyri, at Kasparov ikki skal vinna. Orsøkin er, at Kasparov ongantíð hevur dult, at hann heldur lítið um russiska forsetan og arbeiðsháttin hjá honum.
Umframt at velja forseta og nevnd í altjóða talvsamgonguni á aðalfundinum hjá FIDE, sum verður fyrrapartin í dag, so er eisini aðalfundur og nevndarval í europeisku talvsamgonguni ECU. Og her er ein føroyingur við í kappingini um nevndarsessirnar. Tað er Finnbjørn Vang í Klaksvík, sum er formaður í Talvsambandi Føroya, og sum er ferðaleiðari hjá føroyska liðnum í Tromsø.
Finnbjørn Vang greiðir soleiðis frá:
-Valið er skipað á tann hátt, at fimm limir verða valdir á einum og sama lista, og so verða tríggir einstaklingar valdir aftrat. Tveir listar og nakrir einstaklingar bjóða seg fram. Høvuðsmaður á okkara lista er Zurab Azmaiparashvili, sum er forseti í talvsambandinum í Georgia, og eg eri í uppskoti sum varaforseti. Um Zurab Azmaiparashvili vinnur valið at vera forseti, so verði eg eisini valdur. Vit stilla upp ímóti sitandi forsetanum, sum er Silvio Danailov úr Bulgaria. Tað verður mett, at vit hava undirtøku frá fleiri enn hin listin, men nú fáa vit at síggja. Okkara aðalmál er, at europeisk telving aftur skal verða umsitin og stýrd av europearum og ikki av altjóða talvsamgonguni FIDE.
Hvussu ber tað til, at ein føroyingur er uppstillaður?
-Tað kemst av, at teir fegnir vildu hava ein á listan sum umboðar smáu talvtjóðirnar. Vit eru tíggju smáar talvtjóðir í Europa, sigur Finnbjørn Vang úr Tromsø.