Kommunulæknafelag Føroya talar nú at, eftir at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, var í Dag & Viku í gjárkvøldið og greiddi frá ætlanini at gera heilsudeplar kring landið. Ætlanin tekur støði í kommunulæknaálitinum frá 2010, men Kommunulæknafelag Føroya vísir á, at tey als ikki ynskja hesa loysn.
- Vit vilja sláa fast, at broytingarnar innan kommunulæknaøkið, sum verða gjørdar nú, ikki eru okkara ynski. Tvørturímóti hava vit formliga mælt frá ætlanunum við heilsudeplum, skrivar felagið í almennum tíðindaskrivi og leggja aftrat.
- Álitið um nýggja kommunulæknaskipan er skjótt 10 ára gamalt. Limir í kommunulæknafelagnum vóru við í arbeiðnum at gera álitið. Tí kunnu vit við vissu siga, at tað ikki er rætt, tá ið landsstýriskvinnan ber fram, at tað eru heilsudeplar, læknarnir ynskja. Tað vil siga, at kommunulæknaálitið verður misbrúkt fyri at fáa heilsudeplarnar framdar.
Felagið vísir á, at kommunulæknarnir hava sjálvir, uttan politiska hjálp, sett fleiri av teimum viðmælum í verk, ið vóru í álitinum frá 2010.
- Tey grundleggjandi viðmælini, sum komu fram í álitinum, eru longu í fleiri førum framd í verki av kommunulæknunum sjálvum uttan hjálp frá politisku skipanini. Til dømis hava fleiri kommunulæknar sligið seg saman til størri eindir. Soloviðtalur eru bert, um kommunulækni sjálvur ynskir tað soleiðis, ella um fysisku karmarnir ikki loyva øðrum, skrivar felagið og leggur afturat.
- Viðtalustarvsfólkini hava kommunulæknarnir sjálvir sett í starv og upplært. Tað vil siga, at kommunulæknarnir og kommunulæknaviðtalurnar hava sjálvi ment seg seinastu árini.
Tað er tó ein sannroynd, at eitt trot er á kommunulæknum ymsastaðni í landinum í løtuni, og vísir felagið á, at tað m.a. er orsaka manglandi normering í mun til vaksandi fólkatal og uppgávur í kommunulæknaviðtalunum, og tí ov fáir kommunulæknar eru útbúnir í mun til tað, álitið legði upp til, og sum tørvur er á.
Loysnin á hesum, metir felagið, er tó ikki teir heilsudeplar, ið landsstýrið við Sirið Stenberg á odda er farin í holt við.
- Men stórir heilsudeplar við fleiri ymiskum starvsbólkum saman, fer ikki at loysa kommunulæknatrotið. Tankin aftanfyri heilsudeplarnar er, at aðrir fakbólkar fara at kunna útinna tær viðgerðir, sum kommunulæknar higartil hava tikið sær av, og tískil fer at bera til at økja talið av borgarum pr. viðtalu. Tað vil í stuttum siga, at færri læknar skulu taka sær av fleiri uppgávum. Hetta er fullkomuliga misskilt. Vit hava longu dugnalig viðtalustarvsfólk, men vit kunnu ikki útdelegera fleiri uppgávur. Tí flestu uppgávurnar í eini kommunulæknaviðtalu kunnu bara læknarnir taka sær av, skrivar felagið og leggur at enda aftrat.
- Vit hava tørv á kommunulæknum fyri at fáa ein vælvirkandi primæran heilsugeira á einum fakliga høgum støði.