Finnar vunnu fyribils fjórða plássið frá føroyingum í EM-undankappingarbólki F, tá finnar á útivølli í Grikkalandi vunnu 1-0 á grikkum, sum hava eina sjáldsama vánaliga undankapping.
Hepnið varð als ikki við grikkum, sum høvdu 19 skot á mál, meðan finnar bert høvdu fýra skot uppá mál.
Hufvudstadsbladet skrivar, at Grikkaland leyp á so at siga allan dystin, men flestu royndirnar endaðu uppi á áskoðaraplássunum. Finnland vardi, og royndi at fara í mótálop. Finnland hevði ikki sítt fyrsta veruliga álop fyrrenn 74 minuttir vóru farnir, men tað endaði so við einum sigursmáli, sum Joel Pohjanpalo skoraði.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Finnlandi, síðani liðið í fjør vann 3-1 á Føroyum á Tórsvølli. Mánakvøldið hittast Føroyar og Finnland aftur á tí olympiska leikvøllinum í Helsinki.