Týski stovnurin Jet Airliner Crash Data Evaluation Centre JACDEC, sum skrásetir og eftirkannar hendingar og vanlukkur í flogferðsluni, hevur nú kunngjørt, hvussu trygt tað er at flúgva við teimum ymsu flogfeløgunum.
Ovast á listanum er finska Finnair, sum sambært JACDEC hevur havt færri óhapp enn onnur feløg samanborið við kilometratalið, sum flogførini hjá felagnum hava flogið. Á teimum næstu plássunum koma Air New Zealand, Cathay Pacific, Emirates, Etihad, Eva Air, Tap Portugal, Hainan Airlines, Virgin Australia og British Airways.
Tað skandinaviska flogfelagið, SAS, er nummar 50 á listanum. SAS og Finnair eru tey einastu norðurlendsku feløgini á listanum. Hini eru ikki nóg stór, sigur NRK.
Tey flogfeløgini, sum hava havt flerst vanlukkur, eru tað russiska Aeroflot og tað amerikanska American Airlines.










