Finna sterkastu menninar í ríkinum

Um góðar tvær vikur skulu Føroyar og Danmark dystast í styrki.

 

 

Hetta verður leygardagin tann 14. september, tá enn ein Strong Man landsdystur er á skránni. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri eini slíkari kapping, har tvey umboð úr Danmark skulu dystast ímóti tveimum føroyingum í styrki.

 

 

Kappingin hesaferð minnir nógv um kappingina í fjør, tó verður landsdysturin í ár í Vági.

 

 

Føroysku umboðini eru Bogi Hammer og Bjarni Nielsen, sum blivu nummar eitt og tvey í kappingini um at gerast Føroya sterkasti 2013. 

 

 

- Vit hava vant hart og miðvíst, og eg vil siga, at vit eru í tí besta forminum nakrantíð, sigur Bogi Hammer, sum umframt at luttaka í kappingini eisini er fyriskipari.

 

 

Kappast verður í fimm greinum: Farmers walk, tire flip, greb, power stairs og lyfta steinar á platt. 

 

 

- Um so er, at menn hava nakað av styrki eftir, tá kappingin er liðug, er ætlanin at lyfta høv, sigur Bogi Hammer.