Finna røttu leikararnar til filmin “Dreymurin við havið”

Farið verður nú undir at finna røttu leikararnar til spælifilmin “Dreymurin við havið” hjá Sakaris Stórá,

Farið verður nú undir at finna røttu leikarnar til spælifilmin “Dreymurin við havið” eftir Sakaris Stórá. Leikritið hevur Marjun Sydebø Kjælnes skrivað.

 

Soleiðis verður sagt á facebook síðuni hjá ætlanini:



Vit leita eftir trimum royndum sjónleikarum, tvær kvinnur og einum manni, umleið 30 til 45 ára gomul. Ert tú nakað eldri ella yngri, ert tú eisini vælkomin at søkja. Royndir innan film eru ikki eitt krav, men koma sjálvandi væl við. 

 

Upptøkuroyndir verða á Føroya Fólkaháskúla 28. og 29. mai. Tilmelding og kunning fæst við at skriva til ingunskiv@gmail.com