Finna nýggjan mann fyri Fróða

Í gjár kunngjørdi Jógvan Martin Olsen, hvørjar mans hann ynskir at hava við til venjingardystin móti Portugal. Skjótt var greitt, at Einar Hansen ikki var tøkur, og Bárður Olsen varð boðsendur í staðin. Síðani hevur Fróði Benjaminsen eisini givið avboð. Eins og Einar Hansen hevur Fróði Benjaminsen fingið eitt lítið beinbrot, sum setur hann uttanfyri í nakrar vikur.

 

Nú skal Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, finna út av hvør skal avloysa toftamannin. Hvør hesin er, verður kunngjørt seinni í dag, upplýsir heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.