Norska skaðanevndin veit framvegis ikki, hví eitt flogfar hjá Atlantic Airways fór út av breytini á Stord fyri trimum árum síðani. Hóast kanningar í tvey ár dugir skaðanevndin ikki at siga, hví tað føroyska flogfarið fór útav. Tað skrivar blaðið VG.
Birger Bull, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur fyri blaðnum, at tann endaliga frágreiðingin hjá nevndini kemur til várs, og hann váttar, at frágreiðingin fer ikki at hava nakað greitt svar uppá, hví vanlukkan hendi.
VG sigur seg hava skilt, at skaðanevndin fer ikki at finnast at flogskiparunum, tí at teir gjørdu tað, sum teir skuldu sambært mannagongdini.
Vanlukkan á Stord kostaði fýra mannalív.