Fríggjadagin og leygardagin verður FM í stóru íverksetarakappingini, Ungt Virki. Kappingin er í SMS, har miðnámsskúlanæmingar fara at sýna fram nýggj virkishugskot og vørur, ið tey sjálvi hava ment og dómarar frá EIK, Vinnuhúsinum, SMS, Humin og Íverksetarahúsinum, fara at meta um teirra virkishugskot
Næmingar, ið eru við í Ungum Virki, læra at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat læra teir at stovna og reka egið virki. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir menna fakligar, persónligar, sosialar og samfelagsligar førleikar, og at teir menna virkisfýsni, siga fyrireikararnir.
Hetta er nakað, ið flestu arbeiðsgevarar leggja stóran dent á. Tað er ikki nokk at hava fakligar førleikar og góð hugskot, tí uttan virkisfýsni, verður einki nýtt sett í verk.
Undirvísing í íverksetan hevur við sær, at vit fara at fáa fleiri íverksetarar, og at teir næmingar, ið ikki velja at seta egna fyritøku á stovn, verða meira virkisfúsir og ágrýtnir, tá ið teir koma út á arbeiðsmarknaðin. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri tann einstaka næmingin og fyri okkara samfelag sum heild.
- Í eru næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Føroya Handilsskúla á Kambsdali og Føroya Handilsskúla í Tórshavn, við í kappingini. Harumframt eru næmingar frá miðnámsskúlum í Svøríki og Finlandi.
Vinnarin fær møguleika at vera við í DM í Keypmannahavn í apríl. Evropiska kappingin verður í juli mánað, har árskins virkið í Evropa skal finnast.
Í fjør vann Faroese Seasalt frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn bæði FM og DM kappingina í Ungum Virki. Harafturat vann Faroese Seasalt virðisløn fyri at hava bestu virkisætlan til EM í Ungum Virki í London. Her kappaðust teir við yvir 400 næmingar frá 36 londum.
Myndin er frá eini undanfarnari kapping
|