Cafémentanin, sum vit kenna hana, har fólk sita í tímar og kjakast um leyst og fast afturvið einum koppi av kaffi byrjaði í syðra partinum av Evropa. Frankaríki og Italia eru kend fyri sínar caféir. Jú meira við norðbúgvar hava ferðast, jú meir er henda mentanin eisini komin hendavegin, og við henni eru ymisk sløg av kaffi eisini komin.
Nú er líka vanligt at bíleggja ein café latte ella espresso, sum at bíleggja ein kips við salt, edikk og soju.
Men her eru Føroyar eitt sindur aftanfyri. Á nógvum støðum er bara gjørligt at fáa vanligt kaffi, og nógvar av caféinum líkast meiri barrum enn caféum. Kanska er tað eitt sindur trupult at fáa virksemi at ganga runt bara sum café, og tí vil ein eisini hava kundarnar, sum vilja hava eina øl. Tað ger tíanverri at tey, sum bara vilja hava ein kopp av kaffi ella líknandi, føla seg eitt sindur burturtrokaði.
Roykikamar
Ein annar trupulleiki við teimum føroysku caféinum er tubbaksroykurin. Nakrar caféir í okkara kanning eru roykfríar og onkur hevur eitt roykfrítt øki, men tær flestu eru eitt stórt roykikamar allar sum tær eru. Hetta ger, at vit roykfríu halda okkum burtur frá nógvum av caféunum vegna allan roykin. Tað er ikki stuttligt at lukta sum ein heil sigarett aftan á eina cafévitjan.
Og so er tað hugnin - hví ikki hava sofir, pútir, máttir á gólvinum og eitt sindur mildari ljós enn tannlæknaljósið, íð ofta er í caféum her? Eg lovi, at tit høvdu selt meira, eftirsum fólk høvdu sitið longri enn tey gera nú.
Úrvalið á matskráunum er eisini eitt sindur einstáttað - tað er sandwich, nachos, salat, rísalamang og lagkøka á næstan øllum støðum. Hví ikki hava eitt sindur meiri frá teimum fantastisku føroysku bakarunum? Og hví ikki onkra heimabakaða kaku, sum ongin annar hevur?
Her er eitt hugskot til tín sum eigur eitt sindur av pengum og nógva tíð: Leiga tær eini høli mitt í Havnini - innrætta í lekrum modernaðum stíli - bleytir stólar, sofur, pútur og horn, har ein kann sita í friði og tosa. Sel nógv sløg av kaffi, nógvar lekrar køkur, helst heimagjørdar. Lat kaffi uppíaftur verða ókeypis og ger hølið barnavinarligt. Kalla staðið fyri Café Perfekt - ein strálandi succé - tað lovi eg!
Soleiðis er kanningin gjørd
Kanningin er gjørd uttan at caféirnar vita av, at vit hava verið har. Tað eri eg, Inna Tørnroos, sum havi verið á øllum støðum og við mær havi eg havt ymisk fólk, ið hava hjálpt mær at døma staðið. Vit hava hugsað nógv um umhvørvið, prísin og smakkin, tá vit hava sett stjørnurnar.
Jinx
Prísur á ymiskum:
Kopp kaffi 17 krónur
Krúss kaffi 23 krónur
Kaka ymisk sløg 24-34 krónur
Toast úr 39 krónur
Nachos 40 krónur
Salat 65 krónur
Lasagne 94 krónur
Vørur:
Servera lættari rættir sum toast, salat og onkrar køkur. Gera nógv ymisk sløg av kaffi - til dømis Café Latte, Ristretto, Latte Macciato, Espresso, Cappuccino.
Skonkiloyvi: Ja
Umhvørvi: Einklir træ møblar. Onkur skrødd sofadýna. Roykfrítt øki sum hóast alt ikki er so roykfrítt, eftirsum roykurin kemur oman hagar. Sera positivt eru listaframsýningarnar, sum verða skiftar regluliga.
Smakkur: Vit drukku ein Café Latte, ótu ein toast og ein tallerk av nachos. Kaffi smakkaði sum vanligt super. Toastin smakkaði væl, men var í so lítil fyri 39 krónur. Nachostallerkurin var undurdýggjaður í osti, so illa bar til at eta hann.
Tænastan: Góð, men ikki betri enn væntað.
Ummæli: Jinx er einasta caféin í Havn, sum heldur nøkulunda altjóða klassa. Har eru nógv sløg av kaffi, nógvir matrættir at velja ímillum og góð blanding av kundum. Útsýni er veldugt, og ein kennir seg rættuliga sum ein part av býarlívinum, tá ein situr á Jinx. Positivt at tey hava bestikk til giktrakt fólk.
Stjørnur: 4
Café Keops
Prísur á ymiskum
Kopp kaffi 12-16 krónur
Súreplaterta 42 krónur
Kebab 65 krónur
Sandwich 56 krónur
Brunch úr 69 krónum
Vørur:
Lættari rættir. Brunch, sum er ein blanding av morgunmati og døgverða.
Skeinkiloyvi: Ja
Umhvørvi: Myrkir bleytir møblar. Nakað slitnir. Øguliga nógvur roykur og einki roykfrítt øki. Følist meira sum barr enn café.
Smakkar: Vit ótu hvør sín brunch. Tað var nakað lítil smakkur í hesum og ikki so nógvur matur, sum ein hevði rokna við fyri 69 krónur. Juice var til. Ikki frísktpressa. Kaffi smakkaði sera væl.
Tænastan: Okej. Maturin kom hampuliga skjótt.
Ummæli: Tá gamla Kondittaríði gjørdist til Café Keops vóru nógv kedd um hetta. Kondittaríði hevði eitt pláss í hjartanum hjá nógvum havnafólki. Café Keops er meiri ein matstova/barr enn ein café. Men kaffi smakkar væl og kakir eru enn á matskránni. Positivt, at tey hava ein Weight Watchers burgara.
Størnur: 2
Hafnia Lounge
Prísur á ymiskum
Kopp kaffi 20 krónur
Café Latte 25 krónur
Tvíflís 48 krónur
Salat 38 krónur
Terta 45 krónur
Tilboð kaffi og dagsins kaka 45 krónur
Vørur:
Lættari rættir. Nógv ymisk sløg av kaffi.
Skeinkiloyvi: Ja
Umhvørvi: Typisk hotell-lounge. Myrkir møblar, rund borð og teppi á gólvinum. Einki roykfrítt øki.
Smakkar: Vit drukku ein Café Latte og ótu hvør sína súreplatertu. Kaffi smakkaði sera væl, besta Café Latte eg havi smakka í Føroyum. Tertan var okej, súrrómin, sum var ománá var í so súrur.
Tænasta: Super góð. Sonurin grenjaði eitt sindur og beinavegin var tænarin frammi við einum ísi, sum gjørdi sonin mikið glaðari.
Ummæli: Ikki ein café á tann siðvanda háttin, men stak hugnaligt og róligt umhvørvi, sum eg helt víst fari aftur til.
Stjørnur: 5
Perlan
Prísur á ymiskum
Kaffi koppur 10 krónur
Pizza úr 58 krónum
Pitabreyð 42 krónur
Rísalamang 25 krónur
Vørur:
Døgverðamatur og kaffibreyð. Pizza, kips og hamburgari.
Skeinkiloyvi: Nei
Umhvørvi: Plast og stál stólar. Marmorgólv. Øguliga roykfyllt og eingin respekterar "Royking bannað" skeltini. Á økinum har eingin skal roykja sita, tá vit eru har, 12 fólk og roykja.
Spurningurin er, hví tey skelta tá starvsfólkini ikki kannað, at tað verður yvirhildið.
Smakkar: Vit keyptu rísalamang og kaffi. Smakkaði fínt.
Tænasta: Sum ein væntar sær hjá einum slíkum stað. Men eitt lítið smíl og eitt "hej" hevði ikki skaðað við kassanum
Ummæli: Maturin smakkar fínt, men alt verður oyðilagt av øllum roykinum, sum er á staðnum
Stjørnur: 2
Café Krókur (2x3)
Prísur á ymiskum
Kaffi krúss 12 krónur
Búffburgari 35 krónur
Franskur hotdog 20 krónur
Salatskál 25 krónur
Vørur:
Grillmatur, køkur, góðgæti
Skeinkiloyvi: Nei
Umhvørvi: Einkult innrættað. Ljóst og frítt í inngongini til Timburhandilin og Panduro. Linoleum gólv.
Smakkar: Vit keyptu búffburgara, franskan hotdog og kaffi. Kipsini til búffburgarin smakkaðu ikki av nógvum. Burgarin og hotdoggurin smakkaðu fínt. Gott kaffi.
Tænasta: Vinarlig kvinna hevur caféina. Skapar góðan stemning eftirsum tað sjáldan eru nógv fólk har.
Ummæli: Einasta caféin í hesum krókinum av býnum. Deiligt at hava eitt stað at seta seg niður, tá ein hevur keypt. Reint og nossligt. Tó er tað ikki serliga hugnaligt umhvørvi.
Stjørnur: 3
Borðkrókur (Norðurlandahúsið)
Prísur á ymiskum
Kaffikopp 15 krónur
Smurt breyð 28 krónur
Toast 20 krónur
Dessertir 25 krónir
Vørur:
Suppir, smurt breyð og pitabreyð. Ymisk sløg av kaffi.
Skeinkiloyvi. Ja
Umhvørvi: Norðurlandahúsið er eitt fantastiskt hús og caféin er ein stórur partur av hesum. Ljóst og barnavinarligt. Ongin roykur.
Smakkar: Vit keyptu ein café lattte, ein cappoccino og tvær dessertir. Kaffi er úr einari maskinu og merkist tað eisini á smakkinum. Dessertirnar smakkaðu gott. Súrrómin var eitt sindur ov súrur til hindberini í einari av dessertunum.
Tænasta: Okej. Sum tað skal verða á eini slíkari café.
Ummæli: Eitt deiligt friðskjól í Havnini. Børnini hugna sær við tey sergjørdu borðini og tey vaksnu tosa í frið. Eg sakni tó eina matskrá. Tey hava eina á internetinum, so hví ikki hava hana hangandi uppi á sjálvari caféini?
Stjørnur: 4
Café A
Prísur á ymiskum
Kaffikoppur 8 krónur
Salat 35 krónur
Smyrjibreyð úr 22 krónum
Rísalamang 20 krónur
Vørur:
Smyrjibreyð og salat. Nøkur sløg av lagkaku. Rundstykkir.
Skeinkiloyvi: Nei
Umhvørvi: Í nýggju Miðlon. Modernað og ljóst, fantasisk útsýni. Perfekt stað at hava eina café.
Smakkur: Vit keyptu hvør sín kopp kaffi og ein stykki av sjokulátakaku. Var eittt sindur turt, men væl. Rokni ikki við at kakan var nýbakað.
Tænasta: Okej. Ikki alt ov góð.
Ummæli: Fínt við eini café í einum handilskjarna. Og eitt stórt pluss at øll Miðlon er roykfrí. Haldi tey kundu haft størri úrval. Og hví reklamera við, at man hevur eina heimasíðu, tá hon ikki er til?
Stjørnur: 3
Café Natúr
Prísur á ymiskum
Kaffi (stóð ikki um krúss ella koppur) 15 krónur
Sandwich úr 49 krónum
Tortilla 65 krónir
Pitabreyð 59 krónur
Vørur: Lættari rættir. Ís og nógv ymisk sløg av kaffi - sum cappoccino og café latte.
Skeinkiloyvi: Ja
Umhvørvi: Minnur ov nógv um eina barr. Møblarnir eru myrkir og gólvið er myrkt. Vindeygaplássini eru best.
Smakkur: Vit keyptu okkum hvør sín Natúr burgara og hann smakkaði fantastiskt. Frískar og lekrar rávørur.
Tænasta: Okej. Einki útyvir tað vanliga.
Ummæli: Umhvørvi er kanska ikki tað stuttligasta, men uppvigast av fantastiskum mati. Hevði eg átt Café Natúr, hevði eg lagt meg eftir at gera eina café heldur enn barr.