Liðspælarin
Dámar tær at samstarva og fáa ein bólk at náa einum máli, ert tú helst ein liðspælari. Tað sosiala er eisini týdningarmikið hjá tær, og positiva bólkatrýsti ger, at tú veruliga fert avstað til venjingina.
Royn onkran av hesum ítróttunum:
Fótbólt
Hondbólt
Flogbólt
Kappróður
***
Kappingarfúsi
Hatar tú at tapa, tá tú spælir spøl? Vilt tú altíð hava síðsta orðið í einum kjaki? Dámar tær at gera veddimál við vinirnar? Tá kann tú verða ein, sum skal kappast í ítrótti. Vel gjarna ein ítrótt, har tú kappast sjálvur, so at tín kappingarhugur ikki gongur út yvir liðfelagarnar.
Royn onkran av hesum ítróttunum:
Frælsan ítrótt
Tennis
Badminton
Borðtennis
***
Varligi
Tær dámar í grundini best at sita í sofuni, tí har ert tú vísur í, at tú ikki fært ein ítróttarskaða. Kanska er tú eitt sindur eldri og ikki eins fimur, sum tú plagdi at vera. Tú hevur – í eins stóran mun sum onnur – brúk fyri at venja ella íðka ítrótt, men vel ítrótt, sum fer varliga við likaminum.
Roynt onkran av hesum ítróttunum:
Svimjing
Gongutúrar
Yoga
***
Tann káti
Tær dámar at tosa, flenna og læra at kenna nýggj fólk. Tú gevst skjótt at venja, um tú verður noydd at fara sjálv/ur avstað, tú mást hava eina vinkonu ella vinmann við tær.
Royn onkran av hesum ítróttunum:
Aerobics
Dans
Step
Ríðing
***
Tann harði
Tú ræðist onki, og tú vilt hava stórar, sjónligar vøddar. At kunna verja teg og tíni er gott at kunna duga.
Royn onkran av hesum ítróttunum:
Styrkivenjing
Judo
Karate