Í samrøðu við Sosialin greiðir Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, frá, at í vasinum í desember mánaði er umráðandi at finna javnvágina í gerandisdegnum, at minnast til, hvørji virði ein hevur og ynskir at liva eftir men somuleiðis luttaka í tí hugnaliga og sosiala uttan ringa samvitsku.
– Tað nýtist ikki at verða so fýrakantað, sum vit ofta hava lyndi til at gera tað. Tað er umráðandi, at vit hava javnvág í lívinum og duga at njóta hugnaligu høgtíðina uttan at fella út har, sum vit ikki fáa stýrt okkum longur og gloyma okkara virðir og tær avgerðir, ið vit ætlaðu at taka.
Les eisini: Eitt nýggjárslyfti í desember
Sum dømi nevnir hon allan tann góða matin, vit eru umgyrd við um jólini. Vit vita, at tá jólini nærkast so er almikið av góðum mati og leskiligum góðgæti. Vit skulu øll til nógv tiltøk, ball og hugnaløtur, og tað verður ovmikið av mati og rúsdrekka hesa tíðina. Borðreiða vit bert við sunnum mati, ella velja vit bert ta heilsugóðu loysnina, tá vit eru til slík tiltøk, so avmarka vit siðvenjuna hjá okkum og teimum, sum vit eru saman við. Tí mælir Durita til, at supplera við heilugóðum loysnum, og ansa eftir, at vit eta fleiri mandarinir enn karamellir, til dømis, so alt ikki verður ósunt.
–Tað er í lagi at eta eitt kakstykki ella nakrar karamellir hesa ársins tíð. Ein týðandi leiklutur í at finna bæði innaru motivatiónina og javnvág er at siga sær sjálvum at hetta er okay, og at loyva sær sjálvum at njóta við máta, og at seta fokus á tað innara, sigur hon.
–Tá hevur tú teg sjálvan við í tilgongdini, og tú loyvir tær sjálvum at taka lut, hóast tú ikki etur alt, sum stendur tær í boði, sigur hon.
Ein fyrimunur er eisini at hugsa um, hvat ein sjálvur vil, áðrenn tiltøkini byrja, og nær man vil standa sterkur og nær man ætlar sær at eta so nógv, sum man vil.
–Um tú veitst, at tú skalt til eitt tiltak, har tey bjóða mat ella dessert, sum tær dámar væl, so er endamálið, at tú avgerð, hvussu nógv skal vera í lagi. Vit skulu ikki kenna okkum miseydnaði, tí tá verður ringt at sleppa úr negativu tankagongdini aftur, sigur hon.
Hon heldur eisini, at í desember mánaði er best at hugsa um at halda vektini ístaðin fyri at forbjóða sær sjálvum at luttaka í øllum teimum hugnaligu jólatiltøkunum, sum eru.