TELEFONBÓK
Fyri fyrstu ferð nakarantíð kunnu føroyingar nú hyggja í eina telefonbók, sum ikki kemur frá Føroya Tele. Telefonbókin kallast finn.fo, og hon rúmar øll føroysk fast- og fartelefonnummur í Føroyum.
Finn.fo er ikki eins og aðrar leitingar á Internetinum. Her eru ongar tungar bannaralýsingar og pop-up vindeygu. Finn.fo kemur upp á skíggjan beinanvegin - her skal ikki bíðast.
? Vit ynskja, at brúkarin fær skjótar og greiðar upplýsingar, uttan órógvandi bannaralýsingar. Hetta mál hava vit rokkið við finn.fo, sum uttan at taka munnin ov fullan telist millum skjótastu leitisíður í heiminum, sigur Rógvi A. Fossádal í tíðindaskrivi.
Hann sigur eisinin, at sjálvt um ferðin á Internetinum gerst størri og størri, økjast krøvini til ferðina frá teimum vitjandi alla tíðina.
? Google er eitt gott dømi um hettar, tey vitjandi velja Google, tí her fáa tey eina skjóta og greiða leiting, sigur hann.
Á finn.fo finst bæði ein telefonbók og ein vinnubók. Í telefonbókini eru øll føroysk telefonnummur, eisini virkir, og í vinnubókini er møguligt at leita eftir til dømis einum gistingarhúsi, sum ein ikki kennir navnið á.
Tey vitjandi kunnu eisini fáa eina ókeypis persónliga telefonbók á finn.fo. Her kunnu tey mest nýttu telefonnumrini leggjast inn, so at tey altíð eru við hondina.
Tað er ókeypis at nýta finn.fo. Finn.fo verður fíggjað við at virkir og stovnar, sum ynskja at vera meira sjónligir á finn.fo, gjalda fyri hetta.