Við á framsýningini eru 25 málningar, sum eru málaðir tað seinasta árið.
Myndaevni er tann føroyska bygdin við havið, tað skiftandi ljósið, skoðanin út í havsbrúnna og longsulin eftir várinum, "várlongsul", sum eisini er heitið á fleiri av málningunum.
Annars skal Finleif hava framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Tann framsýningin letur upp leygardagin 3. apríl, og hon verður tikin niður aftur flaggdagin 25. apríl. Sostatt verður hon øll páskini.
Finleif hevur røtur úr Fámjin og úr Sandvík, og á hesi framsýningini verða eisini málningar úr Suðuroy. Finleif sigur, at hann er mangan í Suðuroy, og tá ið hann ferðast, hevur hann altíð skitsublokkin við og ofta spyrjast málningar burtur úr seinni.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 30. mars. Opið verður soleiðis: fríggjadagin: 15-20, leygardagin: 10-13 og kl. 14-20, sunnudag til týsdag: kl. 14-20.