Tá Magnus Heinason herfyri gjørdi heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka, fekk skipið umframt tosk og hýsu eisini væl av smáum høgguslokki av slagnum, "loligo".
Johan Mortensen, ið er aktivur íbirtari innan matstovuvinnu, sigur, at hetta slagið av høgguslokki er sera vælegnað sum mathøgguslokkur.
- Hetta er eitt serligt slag av høgguslokki, sum er minni enn høgguslokkurin, vit vanliga kenna. Hetta er høgguslokkur sum sjáldan fæst norðan fyri leiðirnar á Føroyabanka.
Íbirtarin leggur dent á, at hetta er tað eftirspurda slagið av høgguslokki um okkara leiðir, og hann er ógvuliga spentur eftir at vita, hvat matstovuvinnan fer at fáa burtur úr hesum forkunnuga tilfeingi.