Tilsamans fekk løgreglan fráboðani um 252 skaðar í kjalarvørrinum á ódnini, sum herjaði Tollaksmessudag og fyrrapartin jólaaftan, og sum tey góvu navnið, Barbara.
Tað vísa tølini, nú løgreglan hevur gjørt tølini upp, eftir at hann stilti av seint seinnapartin í gjár.
Løgreglan sigur, at Tollaksmessudag fingu tey 81 fráboðanir um vatn- og stormskaðar og jólaaftan fingu tey 171 fráboðanir.
Hóast talan var um nógvar skaðar í tali, var yvirhøvur talan um smærri skaðar, tekjur og húsaklædningar sum rivu, rútar, takrennur, bilar o.sfr.
Men nú er so næsta ódnin á veg, hon hevur fingið navnið Conor, og hann er so smátt farin at øtla vindin, nú klokkan er farin av átta. Bæði á Norðadalsskarði, og á Porkerishálsi, eru 42 metrar um sekundið og vindurin fer at veksa so líðandi út á dagin, fyrst av útsynningi, men so hækkar hann upp í vestan og aftur upp í útnyrðing, áðrenn hann hæsar av aftur út á annan jóladag.
Og tað kann væntast nógvur vindur við hvirlum væl omanfyri orkanstyrki.
Í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey fara út um.