Fingu nakað av skaða

Seinnapartin fríggjadagin varð boðað frá eldsbruna í einum húsum í Kaldbak.

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og kundi tá staðfesta, at eldurin var byrjaður í kjallaranum og hevði breitt seg uppeftir.

Tað vísti seg, at eldurin var farin millum skins og hold, upp móti tekjuni, og tí er nakað av skaða hendur.

Vakthavandi á Politistøðini í Havn visti ikki í morgun at siga nágreiniliga, hvussu stórur skaðin var.

Mett verður, at skaðin helst er byrjaður í høvuðsstreymveitingini inn í húsið. Klokkan gott seks hetta sama kvøldið var eldurin sløktur.