Fingu javnt ímóti Svøríki

NM: Føroysku U17-dreingirnir fingu eitt sera gott úrslit ímóti Svøríki í dag.

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum hevur av álvara ment seg ígjøgnum NM-kappingina, sum hevur verið spæld í Íslandi seinastu dagarnar. Eftir 8-1-stórtap ímóti Danmark í fyrsta dystinum, taptu dreingirnir týsdagin tepurt 2-1 ímóti Finnlandi.


Í dag bleiv úrslitið enn betri. Mótstøðuliðið var Svøríki, sum hevði vunnið 2-0 ímóti Finnlandi og tapt 1-0 ímóti Danmark. Føroysku dreingirnir stóðu seg sera væl í dag, og endaliga úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur, nevniliga 0-0.


Føroyar enda aftast í bólkinum, men eitt gott plástur á sárið var at fáa eitt stig í dag. Teir, sum byrjaðu inni hjá Føroyum í dag, vóru hesir:


Bjarti Vitalis Mørk

Meinhard Debes Geyti

Regin í Geil Jacobsen

Elias El Moustage

Hanus Sørensen

Símun Sólheim

Óli Eyðsteinsson Poulsen

Jóhann Hansson Joensen

Bárður Ólavsson Jensen

Pætur Eliasen

Sveinur Lava Olsen