Liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, ið sjálvur taldist millum málskjúttarnar ímóti KÍ, var ovurfegin eftir sigurin í gjár, tí tað gekk sum eftir ánni – í mun til síðstu dystirnar hjá liðnum.
– Eg haldi, at vit fingu okkum gullbein í staðin fyri gummibein. Vit vóru kanska ov langt fremstir, til at menn tóku tað nóg seriøst, men kanska hildu, at tað fór at ganga av sær sjálvum, segði hann.
– Men í dag vístu vit, hvat vit dugdu. Vit skuldu vinna dystin, og tað var tað, vit fóru eftir. Eisini kundu vit fegnast um, at spælið koyrdi væl hjá okkum.










