Fingu bót fyri børn uttan trygdarbelti

Í hesum døgum ger løgreglan kanningar við skúlar, eitt nú um børn sita í trygdarbelti

Og tað vísir seg, at tað eru ikki øll foreldur, sum ansa nóg væl eftir, at børnini sita í trygdarbelti. Og tað hava trý foreldur fingið bót fyri í gjár. Eisini fyri, at børn sita í trygdabelti, men við skúlataskuni á rygginum. Tað er ikki loyvt. 

Eitt klipp varð eisini givið foreldri, sum hevði barn í trygdarbelti, sum var ov lítið til bert at sita í trygdarbelti. Tá børn eru undir 130 cm til hæddar, skulu tey hava aðra útgerð enn bara trygdarbelti. Tað kann til dømis vera ein púta undir barninum, sum ger, at barni situr einar 15 cm hægri og soleiðis at trygdarbeltið liggur sum tað skal um barnið.

Smærri børn, millum 0 og 3 ár skulu hava serliga trygdarútgerð í bili, sum t. d. ein barnastól.