Fingu boð um at halda uppat at skeinkja

Bæði leygarnáttina og sunnunáttina kannaði løgreglan skeinkistøð kring landið

Løgreglan ger rættiliga nógv burtur úr at fara á ófráboðar eftirlitsvitjanir á skeinkistøðini kring landi.

 

Bæði leygarnáttina og sunnunáttina møtti løgreglan upp á skeinkistøðum kring landið, og sum heild vóru øll viðurskifti ílagi.

 

Men í einum føri fingu tey, sum vara av einu skeinkistaðið boð um at steingja barrina alt fyri eitt, tí tað var vorðið so seint.

 

Treytin er, at skeinkistøð skulu vera afturlatin klokkan fýra á nátt, og tað merkir, at tá skal úthurðin verða læst. Sostatt er neyðugt at steingja barrina eina góða løtu fyrr, fyri at fáa fólk av húsum

 

Men í hesum eina førinum var skonkt at kalla heilt til klokkan fýra og tí gav løgreglan teimum avvarðandi boð um at steingja barrina beinanvegin.

 

Løgreglan sigur, at eftir tað gekk skjótt at fáa fólk á dyr, so meiri verður ikki gjørt við málið.

 

Men sum heild letur løgreglan rættiliga væl at støðuni, tí tey siga, at tey, sum vara av skeinkistøðunum ansa sera væl eftir at hava øll viðurskifti í rættlag.

 

- Tey liva av skeinkiloyvinum, so hjá teimum er tað ein vanlukka at missa tað, og tí verður ansað væl eftir, hevur metingin hjá løgreglufólki verið.

 

Tað, løgreglan kannar eftir, er um fleiri fólk eru inni, enn hølini eru góðkend til, um fólk undir 18 ár, eru inni, um skonkt verður fyri sjónliga ávirkaðum fólki, um rýmingarleiðir eru væl merktir og um teir er ruddiligir, so at tað slepst eftir teimum. Og hugt verður eisini eftir um øll skelting við upplýsingum, er eftir forskriftunum.