Fingu bank í Serbia

Eftir steðgin skrædnaði enn einaferð hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, sum mátti leggja rygg til stórtap

Hondbóltur

 

Føroyska hondbóltslandsliðið spældi í gjárkvøldið í Zajacer í Serbia.

Í dystunum móti Russlandi og Italia var føroyska spælið á eini heilt góðari leið fyri steðgin, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið. Tí hóast serbar vístu stóra styrki, so var munurin ikki meira enn tey fimm málini, tá farið varð til hálvleiks.

Eftir steðgin steðagði alt tó upp hjá okkara monnum. Serbar runnu okkara menn niður og norð, og tá teir 60 minuttirnir vóru av, stóð ikki minni enn 39-20 á máltalvuni.