Fingu bank frá bjørnini

Føroyar-Russland 18-34 (10-14)

Føroyska hondbóltslandsliðið endaði við at tapa greitt móti Russlandi í kvøld.

Men fyrsta hálva tíman vístu okkara menn, at teir avgjørt hava evnini at standa seg, hóast mótstøðan er størri og sterkari, enn hon vanliga er í heimligu kappingini.

Fyrst og fremst framdu okkara at kalla eingi teknisk mistøk fyri steðgin, og hartil stóð Levi Nybo ein frálíkan dyst, so munurin var bara tey fýra málini í steðginum.

 

Eftir steðgin kom tó vend í. Russar settu ferðina nakað upp, og so megnaðu okkara ikki at fylgja við. Møðin settist eisini í føroysku spælararnar, sum máttu brúka nógva orku til tungu nærdystirnar, og so settu russar eina tjúkka striku undir, hví teir framvegis verða roknaðir millum sterkastu hondbóltstjóðirnar.