- Tey spurdu beinanvegin, nær tað verður aftur.
Karl Robert Vang, formaður í froskmannafelagnum í Havn er vælnøgdur við tiltakið hjá felagnum sunnudagin.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tað var á miðdegi sunnudagin, at einir 10 kavarar løgdu frá landi ymsastaðni rundanum Havnina. Ørindini vóru at leita eftir dýrum á Havnarvág at vita, hvussu mong sløg, teir kundu fáa við sær aftur til lands.
Og klokkan 15 sunnudagin, bar til hjá øllum áhugaðum at síggja fongin niðri í Vágsbotni, har øll dýrini vórðu slept livandi í kørini, sum tey plagdu at selja fisk og fugl í, men sum vórðu fylt við sjógvi og sandi til hetta serliga høvið.
Har var rættiliga fitt av fólkið komið saman at hyggja og tað var eisini nógv at hyggja at.
Har vóru bæði kúvingar og krabbar, skrubbur og reyðsprøkur, sjómýs og krossfiskar í ymsum støddum og litum og annað.
Tað skerst ikki burtur, at serliga børnini hildu hetta vera forvitnisligt og tey stuttleikaðu sær óført at fanga tey ymsu dýrini – ella bara nema við.
Aftaná fekk akvariummið á Argjum øll dýrini og so vórðu tey dýrini tikin frá, sum áhugi var í og so skuldi restin sleppast aftur í havið.
At fólk longu spurdu, nær tað verður aftur, tekur formaðurin sum eitt tekin um, at tað var vælydnað









