Fingu 300 pund á línuna leygarnáttina

Útróðrarbátar, sum royndu vestur av Mýlingsgrunninum, høvdu óføra góðan fiskiskap leygarnáttina.

Her liggur glastrevjabáturin Gordrúgvin á Eiði leygardagin við stívliga 13.000 pundum á 42 stampum.

Útróðrarbátarnir, sum royndu vestur av Mýlingsgrunninum leygarnáttina, fingu nógvan fisk. Hetta er ein leið, sum liggur einar 15 til 20 fjórðingar úr landi, og tí lata slíkir túrar seg bara gera í góðum vetrarveðri - og góðum streymi.

Teir fýra bátarnir, Gordrúgvin, Barmur, Falkur og Líðhamar, sum vóru á hesi leið, lógu allir um eini 300 pund á línuna og fingu soleiðis millum 12.000 og 13.000 pund á setuna. Líðhamar, sum er ein størri útróðrarbátur, fekk heili 19.000 pund.

Veðrið var gott hesa náttina, og streymurin var og er framvegis góður. Umleið ein triðingur av veiðini hjá bátunum var hýsa - og restin toskur, stórur og rundur fiskur, spikafeitur, sum menn taka til.

Viðheftu myndir eru tiknar, tá Gordrúgvin, sum Sámal Debes á Oyri eigur, landaði á Eiði leygardagin. Teir høvdu 42 stampar og høvdu góð 13.000 pund á setuni.

Tá Gordrúgvin loysti eftir kirkjutíð aftur í gjár - sunnudagin - og legði út á somu leið, royndist dagurin ikki eins væl, og leygarnáttin royndist. Kortini høvdu teir rímiliga góðan fiskiskap og fingu umleið 7.000 pund á 42 stapum. Gordrúgvin var aftur á arbeiði umleið klokkan 8 í morgun.

Tá In.fo skifti orð við Sámal Debes í telefonini í morgun, segði hann, at nú streymurin framvegis er góður, og veðrið roynist, ætla teir aftur at loysa seinnapartin í dag.

- Men, í dag fara vit ikki út aftur á leiðina vestur av Mýlingsgrunninum. Fiskurin flytir seg, og vit ætla okkum at royna okkurt annað. Tá vit settu sunnukvøldið, sást ikki tað sama á loddinum, og hugsandi er tí, at flskurin hevur flutt seg.

Sámal Debes sigur, at tað er einki óvanligt at gera onkran slíkan túr í bestu fiskitíð sum túrin leygarnáttina. Hetta er stórur og góður fiskur, og hann rúgvar væl upp. Tíðin frá oktober/ november og fram til endan av apríl er besta tíð til línuútróður, og tá viðrar, og streymurin er góður, fæst onkur slík seta í hús.

- Vit egna vanliga høgguslokk og gággu, tí okkum dámar betri at blanda agnið. Makrelur er eisini gott agn, men makrelurin riggar ikki so væl í traktini, sigur útróðrarmaðurin.