Tað gekk avbera væl, tá ið seyður úr Stakkinum varð seldur á uppboði í Tjørnuvík leygardagin. Tað ásannar Jógvan Magnussen, sum eisini situr í nevndini fyri Stakkin.
Leygardagin fóru tey í Stakkin eftir seyði og tað er altíð ein hátíðardagur í Tjørnuvík. Í ár vóru 13 seyðir at taka. Talan var um tveir veðrar, fýra ær og sjey lomb.
Seinnapartin leygardagin varð seyðurin seldur á uppboði og tað er ikki yvir at dylja, at fólk vóru gávumild, tí tilsamans vórðu teir seldir fyri heili enn 145.600 krónur tilsamans. Tað eru 11.200 krónur í miðal fyri hvønn seyðin.
Tíggju seyðir vórðu seldir livandi og trý lomb vórðu flettir og limaðir sundur, og so vórðu teir seldir, lim fyri lim.
Størsta kvettið gjørdu tey fyri ein veðr, sum varð seldur livandi, tí hann varð seldur fyri heilar 21.000. Tað var ein tann størsti veðrurin og hann vigaði 81 pund, so tað eru einar 518,50 fyri kilo.
Annars lógu teir væl yvir 10.000 í miðal og okkurt lambið fór eisini fyri 15.000 krónur. Teir tríggir seyðurnir, sum vórðu limaðir sundur, tí fólk keyptu gongulimir fyri 2000-3000 krónur hvør.
Jógvan Magnussen ásannar, at talan er um góðan prís – men tað er eisini talan um góðan seyð. Tað er bjargaseyður og teir eru feitir. Umframt tann størsta veðrin, sum vigaði 81 pund, vigaðu tey bestu lombini vigaðu yvir 50 pund og tvílembulombini vigaðu yvir 80 pund tilsamans. So vit mugu siga, at talan er um góðan seyð, sigur Jógvan Magnussen.
Tað er ein orsøk til, at fólk bjóða so nógv fyri tey. Men hann heldur eisini, at tey keypa fyri at stuðla Stakkinum. Men so sigur hann eisini, at tað er veitslurómur í Tjørnuvík hendan dagin, so hann heldur eisini, at hugurin at bjóða verður kanska góður av tí sama.
Tað er nógv avbygdafólk, sum keypir. Talan er bæði um einstaklingar og um fyritøkur, sum keypa. Men talan er eisini um vinaløg av ymsum slagi, sum taka seg saman um at keypa at hava til eitt hugnakvøld.