Fingu 12 ára fongsul

Teir fýra menninir, sum fyrrapartin vórðu dømdir sekir í at hava havt ætlanir um at søkja at JP/Politikens Hus í Keypmannahavn, hava seinnapartin fingið 12 ára fongsul.

Teir tríggir dómararnir og teir seks nevningarnir í rættinum í Glostrup vóru samdir um at døma teir fýra menninar fyri yvirgangsroynd. Ákæruvaldið hevði kravt, at ein av monnunum skulu fáa minst 16 ára fongsul, tí hann hevði verið í Pakistan og har fingið boð frá al-Qaeda ella øðrum um at fremja atsóknina.

Tríggir av monnunum eru svenskir ríkisborgarar, og tann fjórði er tunesiskur ríkisborgari.