Mentamálaráðið skal taka støðu til starvssetanina av nýggjum útbúgvingarvegleiðara á Studna. Tað er greitt aftaná at aðalráðið hevur fingið tvær kærur um starvssetanina. Tað skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðuni.
Tað var síðst í desember, at Studni boðaði frá, at starvið varð sett, men stutt aftaná fanst Vegleiðarafelag Føroya alment at setanina, tí mett varð, at viðkomandi í fekk starvi ikki var tann best egnaði til tað.
Orsøkin til tað var, at viðkomandi hvørki hevur eina vegleiðaraútbúgving ella royndir innan vegleiðing, men fekk kortini tað, ið er einasta fulltíðarsetta starv sum útbúgvingarvegleiðari í Føroyum. Felagið fanst at, at viðkomandi var valdur framum umsøkjarar, ið bæði høvdu røttu útbúgving og drúgvar royndir innan vegleiðing.
Fyri Kringvarpinum upplýsir Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, at ráðið nú fer undir at viðgera kærurnar.