Findus vil framvegis ikki keypa føroyska hýsu

Hósdagin fóru tvey umboð fyri Findus Group, sum í tvey ár ikki hevur viljað keypt føroyska hýsu, aftur úr Føroyum, eftir at hava kunnað seg um føroyska fiskiveiðu. Men vitjanin í Føroyum ger ikki, at stóra fyritøkan nú vil keypa føroyska hýsu

»Vit skulu kunna um, hvussu okkara skipan hongur saman, at vit hava eina fiskidagaskipan heldur enn eina kvotaskipan. Tað er stóri munurin. Vit skulu vísa á, at tað eru stongd øki, meskastødd, ymiskar reguleringar og annað, sum alt til samans ger, at vit hava eina burðardygga skipan. Spurningurin er at koma so langt út um landoddarnar sum til ber við hesum. Vit skulu hjálpa vinnuni at kunna lýsa, hvussu okkara skipan hongur saman, og tað gera vit millum annað í dag á einum fundi í Vinnuhúsinum.«

Soleiðis segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, týsdagin, áðrenn fundur var í Vinnuhúsinum, har tvey umboð fyri Findus Group, sum áður hevur verið størsti keyparin av føroyskari hýsu, men ikki hevur viljað keypt hýsu seinastu tvey árini, vóru við.

Hósdagin fóru tey bæði umboðini fyri Findus Group aftur av landinum, men hóast tey høvdu verið í Føroyum í fimm dagar, har tey hittu umboð fyri fleiri ymiskar partar av fiskivinnuni og tí, sum har til hoyrir, so fer Findus Group ikki at keypa føroyska hýsu í bræði.

– Sjálvi vilja umboðini fyri Findus Group ikki í fjølmiðlarnar, men vísa til serfrøðina á økinum, sum eru Havstovan og ICES, sigur Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Faroe Seafood og formaður í ráfiskakeyparafelagnum, sum samskipaði ferðina umboðunum hjá Findus.

– Teir siga, at teir taka sína støðu innanhýsis, og vilja ikki í miðlarnar, sigur Símun P. Jacobsen.


ICES sigur nei

Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sum er føroyska umboðið í ICES, vil ikki siga, at føroysk hýsa verður veidd burðardygt, hóast tað seinastu tvey árini er veitt so lítið av hýsu, at sjálv veiðan kann vera mett at vera burðardygg.

– Gýtingarstovnurin er ov lítil, men við verandi veiðutrýsti kann hýsuveiðan verða mett at vera burðardygg um ein tvey ár, segði Jákup Reinert, føroyska umboðið í ICES við Sosialin 10. februar.

Og hetta er nakað, sum hevur nakað at siga fyri Findus, sambært Símun P. Jacobsen.

– So leingi ICES og Havstovan siga, at onki skal veiðast, so vilja teir ikki keypa hýsu, tí felagið hevur áhuga í at kunna siga, at fiskurin, sum teir selja er veiddur burðardygt, greiðir Símun P. Jacobsen frá.

Hann leggur tó afturat, at bretska felagið fegið vil keypa hýsu, og helst fer at gera tað, um ICES kemur við eini meiri jaligari tilráðing.

Á heimasíðuni hjá Findus verður eisini stórur dentur lagdur á burðardygd.

Men sambært Jaocb Vestergaard, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, so hevur tað ikki alt at siga, hvat Havstovan mælir til.

– Eingin situr inni við æviga sannleikanum um, hvussu náttúran uppførir seg, so mann eigur eisini at kunna taka avgerðir, sum hella til ymiskar meiningar, men vísundin er sjálvandi við eisini, segði Jacob Vestergaard, tá hann týsdagin í farnu viku, varð spurdur, um Havstovan mistekur seg, tá hon sigur, at hýsuveiðan kring Føroyar ikki er burðardygg.


Kanska í heyst

Men hóast Findus ikki hevur sagt nakað, sum bendir á, at felagið vil keypa føroyska hýsu í løtuni, tí veiðan ikki fylgir tilmælunum, so hevur formaðurin í ráðfiskakeyparafelagnum og sølustjórin hjá Faroe Seafood, vónir um, at tað í heyst fara at veraa útlendingar, sum vilja keypa føroyska hýsu.

– Tá aprílmánaður er liðugur, verður ikki nógv meiri hýsa veidd fyrr enn í heyst. Í tíðarbilinum har ímillum verður hýsa lítið verd. Men fram til septembur kann nógv henda. Havstovan ger nýggjar metingar, nýggir fiskidagar skulu ásetast og tað vísir seg eisini, at nøkur skip fara úr flotanum, so tað kann verða, at nógv er broytt tá, sigur Símun P. Jacobsen.

– Eg haldi í hvussu so er ikki, at vit ikki skulu fara í svart. Vit hava havt trupulleikar, men til komandi hýsutíð meti eg, at tingini vera øðrvísi, sigur sølustjórin hjá Faroe Seafood.

Í næstu viku fer ein sendinevnd úr Føroyum til Bretlands at kunna um føroysku fiskivinnuna, men Símun P. Jacobsen, metir ikki, at henda ferð í sær sjálvum fer at lata so nógvar dyr upp, men kann vera viðvirkandi í eini tilgongd.