Í dag og morgin skipar danski Finansbanken fyri fundum at greiða føroyingum frá møguleikunum, gerast teir kundar hjá bankanum Tá Føroya Banki skuldi privatiserast, gjørdi Skjern Bank eitt átak í Føroyum fyri at lokka nýggjar kundar til sín.
Finansbanken hevur nú fingið sama hugskot, men teir eru eitt vet ov seinir at fáa partabrævasøluna í Atlantsflog við.
Hví so júst Føroyar?
Vit hyggja okkum alla tíðina um eftir nýggjum marknaðum, og soleiðis sum menningin er í føroyska samfelagnum, halda vit tað sær spennandi út, sigur stjórin í Finansbanken, Lars Sørensen.
Bankin hevur kundar í heili 80 londum tilsamans. Umframt í Europa hevur Finansbanken kundar í USA, Asien og í løtuni er hann í ferð við at koma inn á kinesiska marknaðin.
Áleið helmingurin av okkara kundum eru í Danmark, meðan hin helmingurin er runt um í heiminum. Og har er tala um útlendingar, ikki uttanlandsdanir, sigur Lars Sørensen.
Men hóast bankin sostatt er víða um, kallar stjórin bankan fyri ein lítlan banka.
Vit eru hóast alt ikki fleiri enn 55 starvsfólk. Vit ferðast so runt at vitja okkara kundar nakrar ferðir um árið, eins og vit hava agentar runt um at útvega okkum nýggjar kundar, sigur Lars Sørensen.
Finansbanken hevur spesialiserað seg í Private Banking og ognarrøkt. Tað merkir, at tú skal eiga »et par millioner« fyri at kunna gerast kundi í bankanum.